Innanlands

Koyrdi ov skjótt í Norðoyatunlinum

Ein bilførari var í nátt tikin fyri at koyra 112 km/t. Tað gevur eitt klipp í koyrikortið

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-06-18 07:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ferðslupolitiið var í nátt úti við mátaranum, og tað var ein bilførari sum ikki skikkaði sær ordiligt.

Tað var í Norðoyatunlinum um eitt tíðina í átt, at ein bilførari sum koyrdi 112 kilometrar um tíman, varð tikin. Tað gevur eitt klipp í koyrikortið, verður upplýst av løgreglustøðini í morgun.

Annars var ikki nógv ferðsla í nátt, upplýsir vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder