Innanlands

Koyrdi skilaleyst í Runavík og endaði á einum blómukassa

Helst er talan um rúsdrekkakoyring, upplýsir løgreglan

2020-05-08 11:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bilførari, síðsta í tjúgunum, sum í gjár koyrdi skilaleyst og helst rúsdrekkaávirkaður, hevur nú oyðilagt sær bilin, og helst eisini spælt sær av við koyrikortið.

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur koyrdi ”ófantaliga”, sum vaktleiðarin málber seg, í bygdum øki í Runavík. Maðurin varð støðgaður av eini politipatrúlju og biðin um at vanda sær. Tað lovaði hann.

Men hann aktaði ikki boðunum, tí seinni í gjárkvøldið fekk løgreglan fleiri fráboðanir um at hesin sami bilurin koyrdi skilaleyst runt í Runavík.

Ein løgreglupatrúlja varð send til Runavíkar, men beint áðrenn patrúljan náddi fram, var aftur fráboðan ringd inn til løgreglustøðina um henda sama bil. Nú hevði hann rent inn í ein blómukassa í miðbýnum. Hetta var beint eftir midnátt.

Fáar minuttir eftir, var løgreglan á staðnum og handtók bilføraran. Hann varð skuldsettur fyri brot á ferðslulógina og eisini fyri at koyra rúsdrekkaávirkaður. Blóðroynd varð seinni tiki, fyri at staðfesta um talan var um rúsdrekkakoyring.

Bilurin fór so mikið illa, at hann mátti flytast av staðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder