2026-11-04 10:35
Umframt mongu bøturnar og klippini, sum løgreglan gav í gjár, var eitt ferðsluóhapp.
Hetta fór fram í Runavík, har ein bilførari ikki helt víkiskylduna, tá viðkomandi skuldi koyra út á vegin.
Hetta hevði við sær, at bilurin rendi á eina knallert.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at materiellur skaði var men eingin fólkaskaði.
Roknast kann við, at bilførarin fær bót og klipp fyri hendingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald