2020-06-07 09:58
Í nátt hevur løgreglan gjørt nógv burturúr at kanna ferðsluna, og í flestu førum var einki at finnast at.
Yviri við Strond í Havn vórðu 40 bilar steðgaðir, men har var alt í lagi. Tað sama í Kollafirði, har løgreglan steðgaði 17 bilum. Tó vórðu fýra bilførarar, sum fingu eina átalu fyri onkrar brostnar perur, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Eisini hevur løgreglan verið og gjørt ferðamátingar í Norðskálatunlinum, og í hesum sambandi varð eitt mál skrivað. Talan var um ein bilførara, sum koyrdi 101 km/t. Tað fær hann eitt klipp í koyrikortið fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald