2020-04-22 08:58
Løgreglan var úti við lasaranum í gjárkvøldið og í nátt og máldi ferð.
Millum midnátt og klokkan tvey vórðu tríggir bilførarar tiknir Millum Fjarða. Tveir koyrdu við sera høgari ferð - ein 144 km/t og ein annar 150 km/t. Hetta var tað, sum lasarin vísti, upplýsir vaktleiðarin.
Í flestu førum vísur speedometrið í bilinum hægri enn, hvat veruliga ferðin er, og løgreglan tekur trý prosent av máldu ferðini, tá bøtur verða givnar.
Báðir fingu treytaleysa frádøming av koyrikoyrtinum og skulu harvið taka koyrikortið umaftur. Harumframt fáa teir bót.
Ein bilførari koyrdi 105 kilometrar um tíman. Fyri tað fær hann klipp og bót.
*Rættað 10.20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald