Innanlands

Koyrdu ov skjótt á tunnilsvegnum á Oyrarreingjum

Ein bilrørari í Saltangará fær eina mánaðarløn í bót fyri at koyra í frádømingartíðini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-07-04 08:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir bilførarar vórðu avdúkaðir fyri at koyra ov skjótt á landsvegnum frá tunnilsmunnanum oman fyri Oyrarreingir og oman til rundkoyringina. Bilarnir vórðu máldir til 108 og 109 kilometrar um tíman. Tað gevur klipp í koyrikortið.

Ein triðji bilur varð avdúkaður fyri at yvirhála annan bil hóast sperringslinjur á vegnum, og tað gevur eisini klipp í koyrikortið.

Ferðsluløgreglan var eisini á Skálafjørðinum og gjørdi málrættaðar kanningar á Gerðisvegi og Leitisbrekku í Saltangará, har tað serliga varð hugt eftir, um børn sótu bundin í setrinum og um tosað varð í fartelefon undir akstri. Her kom einki úrslit burturúr.

Eina mánaðarløn í bót

Men løgreglan støðgaði einum bilførara, sum koyrdi bil uttan koyrikort. Ikki bara uttan koyrikort, men í frádømingartíðini. Og hetta verður revsað nógv harðari, enn um tað ‘bara’ verður koyrt uttan koyrikort.

Bilførarin verður revsaður við eini netto mánaðarløn í bót fyrstu ferð hetta hendir. Endurtekur tað seg, er talan um treytaleysa fongsulsrevsing. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder