Innanlands

Koyrdu ov skjótt við Áir

Í gjárkvøldið vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra omanfyri 100 km/t, og 15 bilar mistu nummarplátuna í nátt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-30 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta náttin hevur verið stak friðarlig, sigur løgreglan. Løgreglan hevur verið úti og klipt nummarplátur av bilum hjá eigarum, sum ikki hava goldið vegskatt.

Tríggjar nummarplátur vórðu tiknar í Norðurøkinum, og 12 vórðu tiknar í Streymoynni.

Í gjárkvøldið var løgreglan úti og gjørdi ferðamátingar við Áir, og har vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Loyvt var at koyra 80 km/t, men allir fýra koyrdu omanfyri 100 km/t, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.

Allir fýra bilførarar fáa klipp í koyrikortið, umframt at teir kunnu vænta sær í minsta lagi 1.500 krónur í bót.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder