
Orsakað av ringa veðrinum, hevur samferðslan verið tarnað síðani í gjáramorgunin. Byrjað varð aftur ymsastaðni í morgun, men á nógvum bussleiðum er koyringin fyri kortum ella júst tikin uppaftur.
Talan er um Leið 400 (Klaksvík - Tórshavn), Leið 410 (Fuglafjørður - Gøtudalur - Klaksvík), Skálafjarðaleiðina, Tórshavn - Vestmanna, Tórshavn - Gomlurætt og flogrutuna (Leið 300). Tær tríggjar síðstnevndu eru júst komnar í gongd aftur.
Koyring verður eisini tikin uppaftur til Æðuvíkar og Rituvíkar seinni í dag, á Kalsoynni, umframt úr Klaksvík til Viðareiðis.
Koyrt verður ikki til Oyndarfjarðar í dag. Koyrt verður heldur ikki av Oyrarbakka og úr Kollafirði fyrrenn í morgin.
Siglingin er øll tikin uppaftur - undantikið á leið 58. Túrurin sum skuldi verða úr Hvannasundi klokkan 14.45 verður ikki silgur, men klokkan 18.30 verður silgt, um tilkallað verður, boðar Strandferðslan frá.
Øll kunning um leiðirnar sæst á ssl.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald