Innanlands

Koyrt øll starvsfólkini niður í tíð

Koronavirusið ávirkar eisini privatu miðlavinnuna. Sosialurin kemur nú bara út einaferð um vikuna

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-23 12:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Koronavirusið hevur ávirkað longu vinnulívið, og nú eru fyrstu stóru avleiðingarnar í privatu miðlavinnuni. Miðlahúsið hevur valt at binda um heilan fingur, og hevur sett øll starvsfólkini niður í tíð.

- Vit hava sum so nógv onnur og tikið av hjálparpakkanum hjá landinum. Øll starvsfólkini eru farin niður í tíð, fyri at minka um útreiðslurnar, meðan hetta stendur uppá. Tá inntøkurnar minka munandi, so er bara eitt at gera, og tað er at minka um útreiðslurnar. Tað er tað einasta at gera, segði Eirikur Lindenskov, blaðstjóri í Miðlahúsinum, við FM1 á middegi.

Posta hevur eisini avmarkað sína útbering nakað, og ber ikki bløð út í hvørt hús mikudagar fyribils. Hetta fær avleiðingar fyri útgávur av Sosialinum.

- Meðan hetta stendur uppá, koma vit bara út við einum blaði um vikuna, og tað verður Vikuskiftisosialurin, sigur Eirikur Lindenskov.

Tíðindasíðan In.fo koyrir sum vant, sigur blaðstjórin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder