
- Tá ein fær staðfest krabbamein, er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.
Soleiðis byrjar Krabbameinsfelagið eitt tíðindaskriv í dag, har tað verður upplýst, at ein samtalubólkur nú verður settur í verk, sum hava fingið staðfest krabbamein.
- Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.
Møguleiki verður hjá teimum, sum eru vorðin sjúk, at hitta onnur í líknandi støðu. Tað verður skipað á tann hátt, at bólkurin hittist umleið seks ferðir, og tað verður aðru hvørja viku.
Bólkurin møtist fyrstu ferð, í mai mánað, í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn. Tey sum hugsa sær at vita meira um bólkin, kunnu venda sær til felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald