Innanlands

Krabbameinsfelagið skipar fyri nýggjum samrøðubólki

Endamálið er at savna fólk, sum hava mist maka sín, og at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera kenslur og tankar. Til at skipa fyri og leiða bólkarnar eru sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum

2021-08-25 20:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá ið ein missir makan av eirindaleysari sjúku. At hitta onnur í somu støðu, kann lætta um tunga, torføra og stundum einsliga stríðið at fóta sær aftur. Tí skipar Krabbameinsfelagið fyri samrøðubólki fyri tey, sum hava mist maka sín, orsakað av krabbameini.

Endamálið hjá Krabbameinsfelagnum við hesum nýggja bólkinum er, at savna fólk, sum øll hava mist maka sín, er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, tankar og trupulleikar, sum missurin av makanum gevur og hevur. Samtalurnar eru í trúnaði.

Til at skipa fyri og leiða bólkarnar eru sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum, sum hava terapeutiska eftirútbúgving og hava drúgvar royndir við at arbeiða við fólki, sum eru í sorg og kreppu.

Krabbameinsfelagið boðar í tíðindaskrivi frá, at bólkurin kemur saman fyri fyrstu ferð um hálvan september 2021, har møtt verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum í Tórshavn. Ætlanin er, at bólkurin kemur saman 14. hvønn dag, seks ella sjey ferðir í alt.

Til ber at fáa meira at vita við at venda sær til felagið.

Krabbameinsfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder