Í dag gingu túsundutals bretar á gøtunum í London fyri at mótmæla brexit. Mótmælisfólkini kravdu, at nýggj fólkaatkvøða skuldi vera um málið.
Stigtakarar høvdu væntað, at fleiri hundrað túsund fólk fóru at luttaka í mótmælistiltakinum, sum gekk fyri seg seks dagar áðrenn bretar upprunaliga áttu at fara úr ES. Seinni varð mett, at uml. ein mió. fólk luttóku, sambært TV2.
Millum teirra, ið møttu upp at stuðla mótmælinum, var borgarstjórin í London, Sadiq Khan.
Men hóast nógv fólk møttu upp at mótmæla, er ikki sanlíkt, at Theresa May fer at lurta eftir kravinum um eina nýggja fólkaatkvøðu. Bretski forsetisráðharrin hevur fleiri ferðir sagt, at ein nýggj fólkaatkvøða um brexit kemur ikki uppá tal.
Men tað er tó ikki bara úti á gøtunum, at fólk vísa sína ónøgd við brexit. Seinastu vikuna hava fleiri enn 4,6 mió. bretar skrivað undir eitt borgarauppskot, sum mælir til at steðga brexit.
Upprunaliga var ætlanin, at Bretland skuldi fara úr ES 29. mars, men hósdagin játtaði ES Theresu May eina útsetan til 22. mai við tí treyt, at skilnaðaravtalan hjá Theresu May verður góðkend av bretska tjóðartinginum. Eydnast tað ikki, verður brexit bert útsett til 12. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald