Høvuðsmálið er framvegis at sleppa úr ES við eini avtalu. Soleiðis segði bretski forsætisráðharrin, Theresa May, seint í gjárkvøldið eftir at hini 27 ES-londini vórðu samd um eina ætlan um hvussu brexit kann útsetast.
- Fólkaatkvøðan í 2016 var størsta fólkaræðisliga royndin í søgu okkara. Tað er okkara skylda at koma við einum úrsliti og vísa, at vit eru álígandi sum politikarar, segði Theresa May.
Eftir drúgvar samráðingar í gjárkvøldið gjørdist úrslitið, at ES-londini eru til reiðar at útseta brexit frá 29. mars til 22. mai.
Treytin er, at forsætisráðharrin fær skilnaðaravtaluna frá november góðkenda í bretska tjóðartinginum í komandi viku.
Megnar hon ikki tað, kann brexit útsetast, men so bert til 12. apríl. Innan 12. apríl vænta ES-londini, at bretska stjórnin vísir á eina leið at ganga, skrivar Ritzau.
- Úrslitið í kvøld er ítøkiligt fyri tingið. Vit hava ein møguleika fyri at taka eina støðu nú. Tað vildi verið undarligt, um vit skuldu valt umboð til ES-tingið nú, trý ár eftir at vit atkvøddu fyri at lima okkum úr ES, segði Theresa May í gjárkvøldið.
Tað eru tó ikki nógv, sum vænta, at tað eydnast at fáa skilnaðaravtaluna samtykta í Undirhúsinum í London í komandi viku eftir at hon fyrr er felt tvær ferðir við stórum meiriluta.
Theresa May bað um at útseta brexit til 30. juni. Men tað var toppfundurin í Brússell ikki sinnaður til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald