2023-10-23 16:54
Teir sjúkrarøktarfrøðingar, sum nú verða kallaðir til arbeiðis at røkja arbeiði upp á undantøk, skulu nú hava hvirtíðarsamsýning fyri arbeiðið.
Hetta verður galdandi frá klokkan 16 í dag.
Tað hevur Felagi føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í dag boðað sjúkrahúsleiðsluni frá, skrivar Kringvarp Føroya.
Kravið merkir, at tey, sum eru til arbeiðis skulu hava 50 prosent oman á lønina, eins og tá arbeitt verður sunnu- og halgidagar.
Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fór í morgun inn í triðju vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald