Innanlands

Krevur umbering frá Kringvarpinum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, vil hava eina umbering frá KVF fyri útsøgn hjá verti í Degi og viku í kvøld

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-25 23:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg vil biðja KVF koma við einari treytaleysari umbering fyri at varpa lygnir út um mín persón. Havi frá fyrstu løtu arbeitt loyalt móti okkara skipanum. Hatta var eitt ljótt slag undir beltið John, skrivar ein týðiliga argur Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook í kvøld.

At landsstýrismaðurin í heilsumálum skal vera farin út og talað í móti tiltøkum, sum skulu setast í verk orsakað av korona, vil Kaj Leo Holm Johannesen ikki sitandi á sær.

Í Degi og viku í kvøld hevði verturin John Johannesen vitjan av løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, sum bleiv spurdur um útsagnirnar hjá Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook í gjár.

- Tú hevur sett tiltøk í verk og vónar, at man klárar at niðurberja hetta. Samstundis hevur tú ein landsstýrismann í heilsumálum, sum fer út á Facebook og harmast um at man skal seta tiltøk í verk aftur, og heldur at man ikki skal seta tiltøk í verk, men at vit heldur skulu læra okkum at liva við hesum. Hvat heldur tú um tað, spurdi verturin.

Og tá løgmaður ikki svarar upp á spurningin, spyr spurdi verturin upp aftur:

- Men er tað rætt at landsstýrismaðurin í heilsumálum fer út og talar ímóti tiltøkum?

[object Object]Løgmaður gestur í Degi og viku í kvøld (Skíggjamynd: Kvf.fo)

Tað er hetta, sum hevur fingið Kaj Leo Holm Johannesen til knappaborðið í kvøld.

- Haldi tað er nógv fyri at hoyra frá KVF at eg sum landstýrismaður skal hava mælt ímóti tiltøkum. Tað er tann svartasta kolasta lygn, eg havi frá byrjan av verið totalt loyalur og borið tilmæli frá farsóttarnevnd til landsstýrið og bakkað upp um og grundgivið fyri tilmælum, vil landsstýrismaðurin í heilsumálum vera við.

Útsøgnin sum verturin í Degi og viku sipar til, kann lesast her: Einaferð søgdu vit…

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder