- Tað hevur stóran týdning fyri okkum sum public service-stovn at vísa børnum í Føroyum føroyskt tilfar, sigur Barbara Samuelsen.
Flestøll kenna gomlu Mumi-framleiðsluna frá 90unum, sum hevur verið send í sjónvarpinum í mong ár.
Í 2024 kunnu børn í Føroyum hyggja at Mumi í nýggjum hami, tí Kringvarpið hevur fingið rættindini til eina spildurnýggja framleiðslu av væl umtóktu familjurøðini.
- Tað hevur stóran týdning fyri Kringvarpið at hava góð føroysk tilboð til børnini í Føroyum, tí sum øllum kunnugt vinnur útlendska tilfarið alt meira fram og hevur ávirkan á millum annað málið, sigur Barbara Samuelsen, leiðari á Mentanardeildini í Kringvarpinum.
- Sum public service-stovnur hava vit eina skyldu til at gera føroyskt barnatilfar lættari atkomuligt, og nú hava vit eisini ein pall til børnini, nevniliga VIT-appina, sigur hon.
Gomlu figurarnir og søgurnar í nýggjum hami
Eins og eldra røðin er hendan bygd á bøkurnar og teknirøðirnar hjá Tove Jansson um forvitna og hjartagóða Mumitrøllið og familju og vinfólk hansara – eitt nú Lítla Mý, Hemilin, Mumrikur, Snoddi og Stinki. Og sjálvandi eru meira óhugnaligu Hattifnattarnir og Murran eisini við í nýggju framleiðsluni.
Finska framleiðslufelagið Gutsy Animations hevur framleitt nýggju animeringina av Mumi, og Viaplay eigur rættindini. Tríggjar sesongir eru gjørdar, og tann fjórða er í gerð.
Kringvarpið hevur keypt rættindini til allar fýra sesongir, samanlagt 52 partar.
Mumi er millum best umtóktu barnarøðir í heiminum
Mumi er ikki bara væl dámd í Føroyum. Um allan heimin eru teknirøðir, teknifilmar, fjepparavørur, leikur og enntá tivoli gjørd burtur úr teimum 9 skaldsøgunum hjá Tove Jansson.
Mumirøðin er dýrasta framleiðsla, sum er gjørd í Finnlandi – budgettið var 20 milliónir evrur, ið svarar til smáar 150 milliónir krónur.
Í 2019, tá fyrsta sesong var útgivin, var røðin stroymd 16 milliónir ferðir á finska stroymingpallinum Yle Areena.
Mumi tosar føroyskt næsta vetur
Sáttmálin, ið Kringvarpið hevur gjørt við Viaplay, er skipaður soleiðis, at Kringvarpið hevur tíð til at týða og ljóðseta tilfarið, áðrenn rættindini koma í gildi.
Rættindini til fyrstu sesong koma í gildi í desember 2024, og í desember 2025 byrjar rættindatíðarskeiðið fyri aðru sesong o.s.fr.
Børn í Føroyum kunnu sostatt gleða seg til at síggja, hvat hendir í Mumidalinum í myrku vetrarmánaðunum um eitt gott ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald