Innanlands

Kringvarpið sendir fólk til hús

Breddin verður tikin av skránni í útvarpinum orsaka av coronavirusinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-11 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit hava valt at senda nøkur fólk til hús at arbeiða heimanifrá. Vit fara eisini at minka um at gestir koma í húsið.

Tað sigur Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, í sambandi við at coronavirusið ger um seg í Evropa. Enn eru bara tveir tilburðir staðfestir í Føroyum.

- Vit síggja, at smittan ferðast skjótt í norðurlondum, og fáa vit ein tilburð inn á stovnin so liggja heilar deildir lamnar, og tað kunnu vit ikki tí vit eru ein partur av tilbúgvingini, sigur Ivan Niclasen við útvarpið.

Av tí at fólk verða send til hús at arbeiða ávirkar tað skránna hjá útvarpinum. Millum annað verður Breddin í útvarpinum tikin av skránni.

Ivan Niclasen sigur, at tey hava raðfestingar um ringast vil til, har tey skulu vera í luftini við útvarpstíðindum, heimasíðuni og við Góðan Morgun Føroyum, sigur kringvarpsstjórin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder