Mentan

Kringvarpið við nýggjari app til børn

Nýggja VIT-appin er nú tøk, og hon er á tremur við føroyskum og føroyskt mæltum sjónvarpstilfari til børnini

2023-06-06 09:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Børn og foreldur í Føroyum kunnu nú gleðast saman við okkum um nýggju VIT-appina. Nú ber til at taka appina niður á iPhone og Android, leita eftir KVF Vit.

Ein rúgva av tilfari er at finna í appini. Fyri bara at nevna nøkur dømi, kunnu børnini hugna sær við Grísa Peppu, Mouk og øðrum útlendskum røðum við føroyskari talu – ella føroyskum framleiðslum sum Sakin, Látiløtan og Angela og Hannibal.

Einans sjónvarpstilfar er tøkt í appini, men mongu útvarpsrøðirnar til børn eru framvegis tøkar á heimasíðuni og í poddvarpsappum. Tilfarið í appini er bólkað soleiðis, at tað er lætt at finna runt í henni. Eisini minnist appin, hvørjum tú hevur hugt at seinast. Yndisrøðir liggja ovast, so tú kanst hyggja víðari, tá tú letur upp eina aðru ferð. 

Umráðandi, at føroysk børn hyggja at føroyskum tilfari

- Tað, at vit nú kunnu gera barnatilfar lættari atkomuligt á einum palli, sum børnini brúka nógv, hevur stóran týdning. Vit liva í eini tíð, har útlendska tilfarið og enska málið vinnur alt meira fram og troðkar tað føroyska til viks. Tí er tað so umráðandi, at børn og ung skulu kunna kenna seg aftur í einum føroyskum veruleika. Sum public service-stovnur vóna vit, at appin fer at hava jaliga ávirkan á máltilvitið hjá børnunum, sigur Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri.  

Skiftandi tilfar
Kringvarpið keypir javnan útlendskar barnarøðir og -filmar, og somuleiðis framleiðir stovnurin sjálvur so nógv, sum arbeiðsorkan loyvir. Ætlanin er, at tilfarið javnan verður skift út, so børnini hava okkurt at gleða seg til. Talan kann bæði vera um nýggjar útlendskar røðir, sum eru týddar til føroyskt, og um eginframleiðslu hjá Kringvarpinum – bæði nýggja og eldri. 

Starvsfólkini á barnaøkinum í Kringvarpinum, programm- og KT-fólk hava arbeitt við appini síðan á sumri í 2022. Í tilgongdini hava fólk uttan fyri húsið og starvsfólk í Kringvarpinum roynt appina og meldað aftur, so veitarin kundi laga til.

Klintra hevur ment appina í samstarvi við KT-deildina í Kringvarpinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder