Innanlands

Kringvarpsstjórin sendur til hús

Ivan Niclasen er ikki longur stjóri í Kringvarpi Føroya. Stýrið hevur koyrt hann til hús eftir at hann hevur loyvt einum persóni at sleppa undan kringvarpsgjaldi

Ivan Niclasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ivan Niclasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-03 15:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kringvarp Føroya skal hava nýggjan stjóra. Kringvarpsstýrið hevur sent Ivan Niclasen til hús, og orsøkin er at hann hevur lovað einum persóni at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald.

Tað var Frihedsbrevet sum kom við søguni í síðstu viku.

Orsøkin at viðkomandi slapp undan at rinda kringvarpsgjald var fyri trygdina hjá starvsfólkunum, varð sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder