Í døgunum 19. og 20. juni hevur Nordisk Komponist Råd (NKR) fund í Føroyum. NKR er sett saman av feløgunum fyri tónaskøld úr Íslandi, Finlandi, Svøríki, Danmark, Noregi og Føroyum.
Forfólkini í feløgunum møtast einaferð um árið. Í ár verður fundurin í Føroyum.
Á fundinum í Reykjavík síðsta heyst, avgjørdi ráðið at lata NKR-virðislønina á 50.000 dkr til Summartónar og Kristian Blak, ið hevur staðið á odda fyri Summartónum í 31 ár.
Áðrenn Summartóna-konsertina hjá Martin Stender (saksofon) og Torleik Mortensen (bass) verður viðrislønin handað, og forsetin í NKR, Martin Jonsson Tibblin flytir fram røðu.
Konsertin og virðislønahandanin eru mánadagin 19. juni kl. 16 í Klingruni í Norðurlandahúsinum.
Felagið Føroysk Tónaskøld (FFT)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald