Innanlands

Kristin Michelsen heldur fram sum borgarstjóri

Tað er greitt eftir at meirilutin í Tvøroyrar Býráði hevur skipað seg

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-11-16 22:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kristin Michelsen og felagslistin fingu reinan meiriluta á kommunuvalinum, sum var 10. november.

Og á fundi í kvøld millum tey fýra umboðini, sum listin fekk, er avgerð tikin um, at Kristin Michelsen verður borgarstjóri og Anita Vibergsdóttir verður varaborgarstjóri.

Hóskvøldið verður fundur til skipan av nývalda býráðnum, verður boðað frá.

Kristin Michelsen fekk 285 atkvøður á valinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder