Innanlands

Kristina Háberg sett sum leiðari fyri Sosialu deild í Tórshavnar kommunu

Sosiala deild umsitur í høvuðsheitum Barnaverndartænastuna, og Kristina hevur áður starvast júst har. Sosialráðgevin hevur í tvey ár verið leiðari fyri Barnaverndartænastuni í Vágum

Samlaða fíggjarætlanin fyri alt barnavernarøkið í Tórshavnar kommunu er umleið 40 milliónir krónur Mynd: torshavn.fo

Samlaða fíggjarætlanin fyri alt barnavernarøkið í Tórshavnar kommunu er umleið 40 milliónir krónur Mynd: torshavn.fo

2021-08-25 10:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna boðar í dag frá, at Kristinu Háberg er sett í starv sum leiðari fyri Sosialu deild.

Kristina Háberg er útbúgvin sosialráðgevi og cand.pæd.psyk. Hon hevur arbeitt sum sosialráðgevi við børnum og ungum í Keypmannahavnarøkinum og í Barnaverndartænastuni í Tórshavnar kommunu. Síðani 2019 hevur Kristina Háberg verið leiðari fyri Barnaverndartænastuni í Vágum.

Nú er hon byrjað í nýggjum starvi. Sosiala deild í landsins størstu kommuni umsitur í høvuðsheitum Barnaverndartænastuna, og á deildini eru umleið 22 ársverk. Samlaða fíggjarætlanin fyri alt barnavernarøkið í Tórshavnar kommunu er umleið 40 milliónir krónur, skrivar torshavn.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder