2019-08-02 08:16
Leygardagin kl. 11.30 verður matiné í Havnar kirkju við Kristinu Thede Johansen og Ólavi Gaard.
Kristina hevur júst fingið prógv sum saksofonleikari og Ólavur er júst vorðin bachelor í gittarspæli (rútmiskum). Tey hava bæði gingið á Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus.
Á skránni leygardagin eru trý stykki hjá Páll Sólstein, tvey hjá Ólavi Gaard, og eitt føroyskt lag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald