Innanlands

Kristrún Frostadóttir gestarøðari hjá Javnaðarflokkinum

Gjørdist yngsti stjórnarleiðari í Íslandi nakrantíð, tá hon tók við valdinum eftir altingsvalið í desember

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-04-17 09:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Javnaðarflokkurin fær forkunnuga vitjan á landsstevnuni 10. mai, tá íslendski stjórnarleiðarin, Kristrún Frostadóttir, kemur til Føroya at halda gestarøðu.

Landsstevnan verður hildin í nýggju stórhøllini við Tjarnir.

36 ára gamla Kristrún er forkvinna í íslendska javnaðarflokkinum, Samfylkingini, sum á valinum í desember gjørdist størsti flokkur í Íslandi. Flokkurin vann valið við einum greiðum boðskapi um at betra livikorini hjá vanligum fólki og loysa bústaðarkreppuna, sum ávirkar nógvar íslendingar.

Eftir valið skipaði Samfylkingin stjórn við Viðreisn og Flokki fólksins við Kristrún á odda. Tá gjørdist hon samstundis yngsti stjórnaleiðari í Íslandi nakrantíð.

Kristrún Frostadóttir er útbúgvin búskaparfrøðingur, og hevur starvast sum bæði ráðgevi, fjølmiðlafólk og granskari, áðrenn hon fór upp í politikk. Hon varð fyrstu ferð vald í Altingið í 2021, og longu árið eftir gjørdist Kristrún forkvinna í Samfylkingini.

Landsstevna Javnaðarfloksins verður hildin leygardagin 10. mai við Tjarnir í Havn 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder