Innanlands

Krøvini handaði - samráðingarnar byrja um nakrar dagar

Súlan hevur nú fingið nevnd, og í dag fær felagið krøvini frá Føroya Arbeiðsgevarafelag og gevur samstundis síni

Nakrar av flogternunum hjá Atlantic Airways fara í verfall um ein mánað, um nýggjur sáttmáli ikki verður gjørdur (Mynd: Atlantic Airways)

Nakrar av flogternunum hjá Atlantic Airways fara í verfall um ein mánað, um nýggjur sáttmáli ikki verður gjørdur (Mynd: Atlantic Airways)

2019-09-02 16:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

20. august ávaraði Flyvebranchens Personale Union (FPU) um verkfall. Hetta varð gjørt vegna tær flogternurnar hjá Atlantic Airways, ið kravdu eina rættvísa samráðing á jøvnum føti.

Føroyar Arbeiðarafelag, sum Atlantic Airways er limur í, gjørdi greitt, at felagið ynksti at samráðast, men at hetta ikki var gjørligt so leingi sum Súlan, fakfelagið hjá flogternunum hjá Atlantic Airways, ikki hevði eina nevnd. Sambært Arbeiðsgevarafelagnum var Súlan tískil ikki virkisfør.

Nú hevur Súlan havt eykaaðalfund, og nevndin er vald. Helena Johannesen er forkvinna í Súluni, og hinar í nevndini eru Ása Østerø og Dís í Dali Jespersen. Hetta skrivar Kringvarpið.

Í dag hava Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súlan handa hvøjrum øðrum krøvini, og samráðingarnar byrja um nakrar dagar. Har fer Flyvebranchens Personale Union, at hava fólk við samráðingarborðið.

Onnur fráboðan um arbeiðssteðg er send Atlantic Airways. Sambært henni fara floternur hjá Atlantic við basa í Danmark í verkfall tann 1.oktober, um ikki sáttmáli er gjørdur tá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder