Innanlands

Krúnprinsurin hevur fingið fyrra prikið

- Takk til tykkum øll, ið hjálpa okkum á vegnum til ein vanligan gerandisdag aftur, segði hann á Instagram-síðuni hjá Kongshúsinum aftaná. Í Danmark hava áleið 1,6 millión fólk fingið fyrru koppsetingina

Frederik krúnprinsur setur her Royal Run í gongd í Klaksvík (Mynd: Jens Kr. Vang)

Frederik krúnprinsur setur her Royal Run í gongd í Klaksvík (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-18 19:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Takk til tykkum øll, ið hjálpa okkum á vegnum til ein vanligan gerandisdag aftur.

Soleiðis varð Frederik krúnprinsur siteraður á Instagram-síðuni hjá Kongshúsinum, eftir at hann varð koppsettur fyri koronu.

Hennara Hátign, Margretha drotning varð koppsett í januar. 

Í desember varð elsti sonur krúnprinsin, Christian prinsur, smittaður við koronu, og øll familja var í sóttarhaldi. Eingin annars í húsahaldinum fekk koronusmittuna.

Les eisini: Christian prinsur fermdur

Í Danmark eru 18 prosent av íbúgvunum - beint yvir ein millión - liðugt koppsettir. 29 prosent hava fingið fyrra prikið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder