- Skaðin gjørdist ikki so stórur, men kundi verið óbótaligur. Hevði hetta verið um kvøldið, og tey ikki høvdu funnið útav tí beinanvegin, tað torið eg ikki at hugsa um, segði Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, við Dag & viku í gjárkvøldið.
Góða veðrið vit hava havt seinastu dagarnar hevur havt við sær at nógv hava stytt sær um stundir við at matgera við einnýtisgrill. Hetta hevði onkur gjørt í Hoyvík mikukvøldið. Eldurin festi í ein bygning hjá Tjóðsavninum, sum rúmar myndasavninum og klædnasavninum.
(Mynd: KVF)
Nógv fólk var á staðnum, og varnaðust eldin rættiliga skjótt. Grannin kom við eldsløkkjara, so skaðin gjørdist avmarkaður.
Sløkkiliðið kom á staðið løtu seinni og sløkti eldin, men hann var longu farin millum skins og hold.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald