2020-03-19 09:45
Klokkan 11 í dag verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har tað verður kunnað um coronavirus í Føroyum.
Á tíðindafundinum verða landslæknin og umboð fyri føroyska heilsuverkið.
Tað eru einans fjølmiðlafólk, sum kunnu møta til tíðindafundin, men Kringvarpið sendir beinleiðis frá fundinum í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald