Innanlands

Kunna um meira ferð á samfelagnum klokkan 10 í morgin

Klokkan 10 í morgin hevur løgmaður tíðindafund. Nú skal meira ferð setast á samfelagið

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-04-29 19:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á tíðindafundi klokkan 10 í morgin verður kunnað um hvussu meira ferð verður sett á føroyska samfelagið.

Tíðindafundurin verður í Kringvarpinum, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Michael Boolsen, fúti og eitt umborð fyri heilsumyndugleikarnar verða við.

Tað tykist greitt, at nøkur av tilmælunum verða slakað, men samstundis verður strammað upp við portrini inn til Føroya - á flogvøllinum til dømis.

Útvarpið og sjónvarpið hjá Kringvarpinum senda frá tíðindafundinum umframt at FM1 eisini sendir frá tíðindafundinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder