Innanlands

Kunna um útbúgvingarnar á Kambsdali

Høvi hjá komandi næmingum og foreldrum at seta nærri spurningar sum ofta stinga seg upp í sambandi við skúlabyrjan

2022-02-11 09:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mánakvøldið bjóðar Miðnám á Kambsdali til kunningartiltak um útbúgvingarnar á gymnasialum miðnámsstigi, sum skúlin bjóðar: búskaparbreyt, fyrireikingarbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, FHS og NGK.

Tiltakið er eitt høvi hjá komandi næmingum og foreldrum ella avvarðandi at koma inn at kunna seg nærri um teir spurningar, sum ofta stinga seg upp, tá næmingar skulu velja m.a. breyt og vallærugreinir.

Á skránni er framløga um skúlalívið á Miðnámi á Kambsdali, um útbúgvingarnar og ymsar valmøguleikar. Og høvi verður at hyggja seg um á skúlanum. Lestrarvegleiðararnir eins og umboð fyri lærugreinir eru tøk til persónliga vegleiðing, og skúlin bjóðar ein kaffimunn við onkrum góðum.

Lagt verður afturat, at kunning um serbreytina á skúlanum, verður eitt sindur seinni, og at hetta verður lýst tá tað tiltakið verður á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder