- Sum formaður í Organistafelagnum royni eg sjálvandi at vita, hvussu vit kunnu taka nógv av tí til okkum, sum er komið fram á skeiðnum, fyri síðani at arbeiða víðari við tí. Serliga fegnist eg um, kunngerðin fyri organistar kemur í ár og fær virknað í næsta ár.
Tað sigur Símun Hammer við heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni í samband við "gleðiligastu tíðindini í longri tíð fyri organistarnar".
Talan er um einasta fakbólkur í kirkjuni, sum í stóran mun hevur verið óløntur, men seinnu árini er komin upp á eitt ávíst stig í løn.
– Vit hava sjálvandi stóran áhuga fyri øllum tí, sum hevur við tað fíggjarliga í kirkjuni at gera, tí enn svarar lønin ikki til tann førleika, sum nógvir organistar hava ella til alla ta tíð, teir leggja í arbeiðið. Hetta komandi árið vænti eg tí, at vit í Organistafelagnum fara at brúka nokk so fitt av tíð til at hjálpa limum okkara at meta um, hvussu støddin á organistastarvinum er í teimum ymsu kirkjunum, sigur hann.
Fyrireikar seg alla vikuna
Í samrøðu við folkakirkjan.fo vísir Símun Hammer á, at tað krevur nógva fyrireiking alla vikuna at spæla til eina gudstænastu. Tá talan er um eina fyrireikaða gudstænastu, eru væntanirnar óivað størri, enn tá ið talan er um eina akutta tænastu sum organistur.
– Skal eg tosa fyri meg sjálvan, so byrji eg longu mánadag at hugsa um, hvat eg skal spæla sunnudag, og so arbeiði eg stillisliga við tí alla vikuna. Fyri at kunna takla eina gudstænastu, skalt tú hava nógv ár á baki og hava brúkt øgiliga nógv ár til kirkjutónleik, tí tað er ikki nakað, tú ert føddur við, sigur hann.
Símun Hammer 25 ár á baki sum organistur í Gøtu, har hann byrjaði í 1998. Hann er eisini kórleiðari hjá Gøtu Kirkju ungdómskóri. Símun er fyrstiorganistur, og hevur harvið ábyrgdina av, at organistur er til allar tær kirkjuligu handlingarnar í Gøtu kirkju, sum krevja organist.
– Tað kann vera eitt sindur bundisligt, men nú eri eg so heppin, at vit eru tveir í Gøtu, sum spæla, og hjá hinum liggur so at siga altíð fyri, tá ið brúk er fyri tí. Eisini skipa vit tænasturnar nakrar mánaðir fram, so vit altíð vita, hvør spælir. Tí er tað ikki nakað stórt arbeiði hjá mær at útvega vikar, um eg sjálvur ikki fái spælt, men eg veit, at tað er tað hjá fleiri øðrum, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald