Innanlands

Kunning til føroyingar uttanlands

Føroyingar, ið eru búsitandi í Føroyum, men sum eru staddir uttanlands, verða mæltir til at koma heim skjótast gjørligt

Tað ber til at ringja ymsastaðni og kunna seg, nú flogferðslan verður skerd (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Tað ber til at ringja ymsastaðni og kunna seg, nú flogferðslan verður skerd (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-03-14 01:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mælt verður føroyingum, sum búgva í Føroyum, men eru staddir uttanlands, um at koma til Føroya so skjótt sum til ber. Atlantic Airways avmarkar flúgvingina millum Føroyar og Danmarkar og steðgar flúgvingini til Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh og París.

Tey, sum hava spurningar viðvíkjandi heimferð til Føroya við Atlantic Airways, eiga at venda sær beinleiðis til flogfelagið á telelefonnummar 34 10 00.

Tað kann eisini vera hent hjá fólki, ið skulu ferðast til Føroya næstu dagarnar, at venda sær til sítt tryggingarfelag. Tey, sum er stødd uttanfyri Danmark, eiga fyrst at seta seg í samband við flogfelagið ella ferðaskrivstovuna, tey hava nýtt.

Ert tú føroyingur, sum býr í Føroyum, men ert uttanlands og hevur aðrar spurningar, ber til at ringja +298 55 10 08 ella +298 55 60 78.

Meira fæst at vita um, hvussu tú eiga at bera teg at, tá ið tú ert komin heim, á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum

Hevur tú sjúkueyðkenni, eigur tú at ringja til læknavaktina á 1870.

Viðvíkjandi ferðing uttanlands annars, verður víst til ferðaleiðbeiningina.

Uttanríkismálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder