Innanlands

Kunningarfundur við lítlari kunning

Á tíðindafundinum seinnapartin kom ikki greitt fram, millum annað hvussu skipanin við ferðsluljósunum nú er, um støðuna hjá koronupassunum, og um sóttarhaldsreglurnar - Eitt yvirlit við vegleiðing er tó ávegis, og sum skilst verður støðan greiðari í næstu viku

Nógv eru ørkymlaði, segði løgmaður millum annað. Tíðindafundurin var helst ætlaður at millum annað sissa og at minna á nøkur ting, nú smittan er so høg sum ongantíð fyrr (Mynd: Sverri Egholm)

Nógv eru ørkymlaði, segði løgmaður millum annað. Tíðindafundurin var helst ætlaður at millum annað sissa og at minna á nøkur ting, nú smittan er so høg sum ongantíð fyrr (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-30 17:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vit hava í hesari vikuni millum annað fingið at vita frá lands- og heilsumyndugleikunum, at koppsetingin ikki veruliga verjir fyri smittu - íhvussu er ikki fyri omikronfrábrigdinum - at støðan hjá koronupassinum, serliga av hesari orsøk, skal eftirmetast, nú tað er ógvuliga ivasamt hvussu nógvan virknað tað hevur, og tað sama skal ferðsluljósskipan við koronutilmælum, ið eisini varð sett í verk 13. november, sum á fleri økjum ikki eru galdandi.

Eftir tíðindafundin hjá myndugleikunum í dag, kann ikki beinleiðis sigast, at vit vita nógv meira um nakað av hesum, tó at serliga fútin gjørdi greitt, at eftir fundin í farsóttarnevndini - sum var liðugur næstan beint áðrenn tíðindafundurin byrjaði - er greiða fingin á, at meira greiða skal fáast á støðuni við serliga ferðsluljósskipanina, og hvussu Omikron-frábrigdi skal handfarast; serliga so at tað ikki órógvar mest umráðandi stovnarnar og gøgnini í samfelagnum ov nógv.

[object Object]Micheal Boolsen, fúti minti á tíðindafundinum á at nýta masku og um at lata seg koppsetta - hann segði eisini, at nú er umráðandi at verja mest umráðandi stovnar og gøgn í landinum fyri Omikron (Mynd: Sverri Egholm)

Koronupassið varð ikki tikið uppá tungu á tíðindafuninum, men vit hava meira um hetta um eina løtu á Portalinum. Tað hevur verið nakað, ið nógv kjak og stórt ivamál hevur verið um, og tað hevur í øllum førum havt lítla og onga ávirkan á at støðga smittuspjaðing, ið tað heldur ikki er nakað prógv fyri, at tað ger. 

Les eisini: Løgmaður: Man eigur at umhugsa koronupassið

Løgmaður nýtti orðið ørkymlandi, um støðuna hjá nógvum nú smittutølini eru høg. Fleiri eru eisini orkymlaði um sóttarhaldsreglurnar, tí tað hevur víst seg, at í fleiri førum skulu øll, ið hava verið í nærri sambandi við ein smittaðan innanfyri eitt ávíst í sóttarhald - í summum førum eru ikki øll farin tað. Hetta kann hanga saman við, at tað hevur verið trupult at fingið fatur á øllum teimum, ið eru smittaði seinastu dagarnar gjøgnum telefon, og Bjarni á Steig staðfesti á tíðindafundinum, at sum nú er, so ber hetta ikki til, so tað verður gjøgnum sms og síðani mail, at flestu fáa boð um, at tey eru smittað og hvussu 

Í høvuðsheitinum kann ikki sigast, at nógv nýtt kom fram, og bert ein spurningur varð settur til teir tríggjar, ið stutt løgdu fram um støðuna. Tó varð gjørt greitt, at øll helst verða smittað við omikron fyrr ella seinni. Eitt yvirlit við vegleiðing er eisini ávegis, vóru løgmaður og fútin inni á - ið eisini høvdu partvíst nýggj tilmæli til nýggjársaftan - og sum skilst verður støðan greiðari í næstu viku. Farsóttarnevndin hevur fund aftur mánadagin 3. januar. 

Les eisini: 216 tilburðir í 3.078 kanningum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder