Innanlands

Man eigur at umhugsa koronupassið

Tað sigur løgmaður, sum tó fer at lata heilsumyndugleikan taka støðu til hetta, nú tað er ivasamt hvussu nógvan virknað koronapassið yvirhøvur hevur í sambandi við Omikron. Landslæknin hevur áður váttað, at einki vísindaligt prógv er fyri, at passið minkar um smittutrýstið

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-29 16:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er nógv, sum bendir á, at Omikron-frábrigdið eisini smittar tey, sum hava fingið annað og triðja prik, og tí er ivasamt um koronupassið hevur tann virknað tað er sett í gildi til - at minka um smittutrýstið.

- Tað er eingin loyna, at eg ikki hevði ynski um at koronapassið skuldi brúkast aktivt í Føroyum, men tað var ein sterkur fólksligur vilji, og tí tóku vit tað til eftirtektar, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við útvarpið á middegi.

Fyri at fáa koronupass skal ein vera koppsettur tvær ferðir seinasta árið ella kunna vísa á eina koronukanning, sum ikki er eldri enn 72 tímar. Koronupassið kom í gildi í november tá Delta-frábrigdið gjørdi um seg.

- Nú er eitt nýtt frábrigdið sum ger um seg, og tað er ógvuliga smittandi. Og tað er kanska ein orsøk til at man eigur at umhugsa koronapassið, sigur Bárður á Steig Nielsen.

- Men tað fari eg at lata heilsumyndugleikan viðgera og taka støðu til út frá heilsufakligum metingum, sigur løgmaður.

Eingi vísindalig prógv
Vísindaligu prógvini fyri at koronupassið heldur smittutrýstinum niðri eru ikki til. Lars Fodgaard Møller, landslækni, segði við Portalin, sum spurdi um hesi prógvini fyri jól, at “vit koma tí ikki nærri”.

- Koronupassið hevur verið eitt nógv brúkt amboð fyri at minka um smittuspjaðingina í Evropa”, sigur landslæknin.

Les eisini: Omikron ger koronupassið nyttuleyst

Les eisini: Landslæknin ikki prógv fyri at koronupass heldur smittutrýstinum niðri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder