Innanlands

Kunnu aftur selja sterkar nudlur

Í juni vórðu trý sløg av nudlum afturkallað í Danmark og í Føroyum, tí tey vóru mett at vera ov sterk, men danska Fødevarestyrelsen hevur nú broytt tilmælið, so tær aftur kunnu seljast, og tað hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan eisini

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2024-07-15 16:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Miðskeiðis í juni ávaraðu danska Fødevarestyrelsen og Heilsufrøðiliga Starvsstovan um trý sløg av sterkum nudlum frá suðurkoreanska framleiðaranum Samyang.

Mett varð, at nudlurnar kundu elva til akutta eitran, serliga hjá børnum, og tí vórðu nudlurnar afturkallaðar í bæði Danmark og Føroyum.

Eftir nærri kanningar, verður nú mett, at tvey av trimum sløgum av nudlum kunnu koma aftur í handlarnar.

Vørurnar innihaldi ikki so høga nøgd av capsaicin - evnið, sum gevur kili tann sterka smakkin - sum áður upplýst, og tí kunnu tær seljast aftur, skrivar Ritzau.

Talan er um "Samyang Buldak 2 x Spicy Hot Chicken" og "Samyang Buldak Hot Chicken Stew". Triðja slagið av nudlum "Samyang Buldak 3 x Spicy Hot Chicken" verður framvegis mett at vera ov sterkt.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur í dag eisini dagført afturkallingina av nudlunum, so hon nú einans fevnir um eitt slag. Øll sløgini verða tó framvegis frámælt børnum at eta.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder