Buldraliga veðrið seinastu dagarnar hevur elvt til nógvar avlýsingar hjá Strandferðsluni.
Smyril sigldi týsmorgunin men síðani ikki restina av degnum, als eingin sigling var í gjár.
Siglingin um Suðuroyarfjørð varð tikin uppaftur í morgun, og veðrið er væl betri. Tað sær tó so mikið ivasamt út næstu dagarnar, at Strandferðslan legði hesi boðini út á heimasíðu sína tíðliga seinnapartin:
- Fyri veður kann roknast við broytingum og møguligum avlýsingum á leið 7, fríggjadag 2. februar og leygardag 3. februar.
Smyril siglir eftir ætlan fimm túrar í morgin og fimm túrar leygardagin. Sí alla ferðaætlanina á ssl.fo.
Sagt verður frá meira vindi seint í kvøld og til einaferð leygardagin í øllum førum.
Sí veðurforsøgnina á portal.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald