
Minnilutin í Tórshavnar býráði er farin at ótolnast eftir Ellis- og røktarheiminum, sum skuldi byggjast í Havn, nú borgarstjórin kemur við útmeldingum um stórar íløgur.
- Staðsetingin varð samtykt í býráðnum, og 4 mió. vórðu settar av í fíggjarætlanini fyri 2021 til fyrireikingar og projektering, soleiðis at arbeiðið við at byggja ellis- og røktarheimið kundi fara í gongd í 2022. Eitt tað fyrsta sitandi býrað gjørdi var broyta staðsetingina í Hoyvík, og enn er ongin nýggj staðseting komin fyri býráðið, og heldur ongin fyrireiking ella projektering av heiminum er farin í gongd. Ellis- og røktarheimið hevur sostatt onga viðgerð fingið í eldranevndini, fíggjarnevndini ella býráðnum, sigur minnilutin í fráboðan.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði í gjár, at stórhøll skal byggjast í Hoyvík, og kostnaðurin fer at vera 217 milliónir krónur. Eftir ætlan verður klárt um eini tvey ár, væntar borgarstjórin.
Les eisini: Stórhøll skal verða liðug um tvey ár
- Nýggja ellis og røktarheimið er mett at kosta áleið 150-170 mió kr.og við einum árligum íløgukarmi á 180-200 mió verður tað trongt við bæði langhyli (200 mió), innkomuvegi (265 mió), stórhøll (217 mió), ellis og røktarheim fyri 170 mió. umframt allar aðrar íløgur í dagstovnar, vegir, kloakkir, gøtur, grøna orkuskiftið v.m, sigur minnilutin í býráðnum.
- Hóast vit øll fegin ynskja allar hesar iløgur, so er greitt, at tað skal ein raðfesting til, ein langtíðaríløguæltan, sum greitt sigur borgarunum í Havn, nær tey kunnu vænta at hesar íløgur verða framdar. Eitt er vist, tað ber ikki til at gera allar í senn, uttan at skattaprosentið hækkar eini 2 pct. (hvørt skattaprocent kostar 40 mió) ella at kommunan tekur eitt risa lán.
Minnilutin í Tórshavnar býráði er Gunvør Balle, Elsa Berg, Jákup Dam, Annika Olsen, Birgir Nielsen og Ruth Vang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald