Innanlands

Kunnu raka null í morgin

Meira enn tvær vikur síðani seinastu tilburðirnar av korona

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-05-07 22:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eingin tilburður av covid-19 er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl, altso fyri 15 døgum síðani. Sostatt kann væntast, at um eingin av kanninginum, sum eru gjørdar í dag eru positivar, koma Føroya niður á null aktivar tilburðir av korona tá tølini vera kunngjørd í morgin.

Leiðreglurnar eru, at øll smittað skulu í sóttarhald í 14 dagar áðrenn tey kunnu verða staðfest frísk aftur.

Sambært Degi og viku í kvøld, fara myndugleikarnir í morgin at kunngera, at eingin í Føroyum er smittaður við korona.

Heilsumálaráðið kunngerð koronatølini eitt sindur seinni enn áður, so at úrslitini sum áður vóru tøk millum klokkan 7 og 8, nú eru tøk einaferð millum klokkan 10 og 12.

Nýggjastu koronatølini síggjast niðanfyri:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder