Amerikonsku sendifólkini Steve Witkoff og Jared Kushner eru komin til Russlands í dag, og í morgin fara teir eftir ætlan til Ukraina, skrivar tíðindastovan Reuters.
Teir skulu leggja fram eina ætlan, sum skal fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina.
Amerikanarar eiga at leggja upp fyri støðuni á vígvøllinum, tá ein avtala skal fáast í lag millum Russland og Ukraina, sigur russiski varauttanríkismálaráðharrin, Sergej Rjabkov.
– Avgerandi spurningurin er, í hvussu stóran mun amerikanska stjórnin er sinnað at arbeiða fyri einari veruligari loysn í núverandi stríðnum, m.a. tá hugsað verður um støðuna á landi, sigur hann við russisku tíðindastovuna Tass.
Støða skal ikki bert takast til orsøkina til stríðið men eisini til núverandi støðuna, sum broytist í heilum, sigur hann.
Russiski forsetin, Vladimir Putin segði í vikuni, at hann metir, at tað er gjørligt at fáa eina avtalu, sum kann fáa ein enda á krígnum, og at fleiri lond, harímillum USA og Kina eru til reiðar at stuðla einari friðaravtalu.
– Tá alt kemur til alt, má trupulleikin loysast av londunum, sum stríðast - Russland og Ukraina, segði hann og legði afturat, at russar eru takksamir fyri øll, sum hava arbeitt fyri at fáa eina avtalu í lag.
Arbeiðið at fáa eina avtalu millum Russland og Ukraina hevur staðið í stað í flerii mánaðir, meðan bardagarnir hava hildið fram.
Les eisini: Amerikonsk sendifólk til Russlands og Ukraina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald