Innanlands

Kúvending: Bjarni Johansen heldur fram sum borgarstjóri

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava skipað valbólk og Tjóðveldi verður hildið uttanfyri

Bjarni Johansen og Levi Mørk halda fram sum ávikavist borgarstjóri og varaborgarstjóri næstu fýra árini (Savnsmynd: Bjartur Vest)

Bjarni Johansen og Levi Mørk halda fram sum ávikavist borgarstjóri og varaborgarstjóri næstu fýra árini (Savnsmynd: Bjartur Vest)

2024-12-09 22:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bjarni Johansen verður sitandi borgarstjórin í Vági eisini borgarstjóri næstu fýra árini. Hetta varð samtykt á skipandi býráðsfundi í Vágs býráði í kvøld.

Tað lá fyrst í kortunum at Levi Mørk skuldi vera borgarstjóri og at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skipaðu samgongu. So bleiv ósemja, tí sitandi borgarstjóri, Bjarni Johansen, vildi ikki skriva undir samgonguskjalið.

Bjarni Johansen vendi Javnaðarflokkinum baki og fríggjaði til Tjóðveldi, og í tað ljóðaði at fyrstvaldi í Vágs býráð, Arni D. Brattaberg, skuldi vera borgarstjóri meðan Bjarni Johansen fekk varaborgarstjórasessin.

Men á býráðsfundinum í kvøld varð alt vent á høvdið.

Meiriluti er skipaður uttan um Tjóðveldi og samgonga er skipað við Bjarna Johansen sum borgarstjóra.

Levi Mørk verður varaborgarstjóri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder