Í eina tíð hevur borið til hjá teimum, sum ikki skilja føroyskt, at lesa tíðindini hjá Kringvarpinum á enskum. Men nú verður steðgað við tí. Í øllum førum fyribils.
- Góðu lesarar. Orsakað av skerdari fíggjarorku sær tað út til, at tíðindi á enskum taka ein steðg, skrivar Facebooksíðan "Faroese news in English", sum vanliga leinkjar til enskar greinar hjá kvf.fo.
Á breddanum "News in English" á kvf.fo sæst nú ein vegleiðing um ávísar umsetingarfunkur heldur enn umsettu tíðindini.
Á Facebooksíðuni "Faroese news in English" eru harmast brúkarar um støðuna, og aðrir gera vart við, at tey eisini rinda kringvarpsgjald, og eiga tí at fáa tænastuna á enskum.
Eisini er ein undirskriftainnsavning eisini farin í gongd, fyri at fáa ensku tíðindini aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald