Eftir úrslitini fyriliggja á valkvøldinum 26. mars fara tey flestu í poltisku skipanini eftir øllum at døma at fríggja til Beinir Johannesen og Fólkaflokkin.
Hetta bendir so at siga alt á. Tað er serliga vegna veljarakanningarnar, og tann nýggjasta, sum spyr.fo gjørdi fyri FM1 og Portalin hósdagin 26. februar, staðfestir hetta.
Sí eisini: Veljarakanning: Tjóðveldi tapir eftir samgonguslit
- Tá man útihýsir ein so stóran flokk vera fáar samansetingar møguligar
Fólkaflokkurin er greitt størsti flokkurin við 34 prosentum og 12 tingsessum, og um hugt verður eftir løgmansevnunum, so er eingin ivi í løtuni: 37,7 prosent av teimum spurdu - nakað yvir ein triðingur av veljarunum - høvdu peikað á Beinir Johannesen.
Hægsta yvirhøvur hjá Beiniri - nærkast tølunum hjá Akseli fyri nøkrum árum síðani
Slík tøl hava verið óvanlig í kanningum okkara seinastu árini. Men í desember 2021, tá tað bert av álvara var Aksel V. Johannesen móti Bárður á Steig Nielsen, lá javnaðarformaðurin omanfyri 40 prosent. Á sumri 2022 vóru tey eisini millum 37 og 39 prosent, áðrenn hann kavaði dramatiskt fyrsta partin av valskeiðnum.
Barometrið: Síggj veljarakanningarnar síðani valið
Nú nærkast Beinir Johannesen 38 prosentum. Seinastu níggju mánaðirnar er tað gingið støðugt framá hjá fólkafloksformanninum, og fýra vikur undan valinum rakti hann ein fyribils tind.
Talan er um so at siga allar fólkafloksveljararnar, og tað er so at siga líkamikið, hvørjum øki í landinum, hvørjum aldri ella hvørjum kyni vit hyggja eftir: Beinir Johannesen er ovast. Tað er 29-ára gamli klaksvíkingurin annars eisini millum miðflokkaveljarar.
Veljararnir hjá Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn peika á egnar formenn, meðan teir hjá Sjálvstýri peika á Aksel V. Johannesen, sum eftir eitt persónliga lágt tal fyrr í mánaðinum (12,1 prosent undirtøku) fer tvey prosent stig upp.
Størst afturgongd hjá sambandsformanninum
Bárður á Steig Nielsen var á 25,5 prosentum í veljarakanningini fyrst í februar. Í feskastu kanningini er formaðurin í Sambandsflokkinum gingin 6,1 prosentstig aftur.
Talan er um stóra afturgongd. Vestmenningurin er framvegis betri umtóktur enn Aksel V. Johannsen og Sirið Stenberg, men Beinir Johannsen fær eftir øllum at døma nøkur av prosentstigunum hjá Bárði á Steig Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald