Mentan

Kvinnudagsframsýning í Gallarí Havnará

Aftur í ár er talan um eitt bland av nýggjum og royndum listakvinnum – Jana Johansdóttir, Silja Eystberg, Helena Dam og Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Holm Mortensen, ein av listakvinnunum, sum sýnir fram 8. mars

Rannvá Holm Mortensen, ein av listakvinnunum, sum sýnir fram 8. mars

2023-03-06 07:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á kvinnudegnum 8. mars skipar Gallarí Havnará aftur fyri árligu Kvinnudagsframsýningini. Gallaríið lat upp tíðliga í fjør, og gjørdu beinanvegin av, at á 8. mars skuldu kvinnulist setast í fokus.

Aftur í ár er talan um eitt bland av nýggjum og royndum listakvinnum Jana Johansdóttir, Silja Eystberg, Helena Dam og Rannvá Holm Mortensen hava hvør í sær sítt egna sterka listarliga úttrykk.

Framsýningin letur upp 8, mars kl. l 17.00, og er opin 16.00-18.00 fram til 12. mars.

Til ferniseringina fer Armgarð Arge at halda røðu, Ránnva Holm Mortensen fer at lesa egnar yrkingar og Marius Ziska syngur nøkur løg.

Gallarí Havnará er framsýningarhølið, ið heldur til á niðastu hædd í søguligu húsunum har Tórs Cafeteria húsaðist. Millum plantasjuna og Sjónleikarhúsið og mitt í áartutlinum er hetta lítla gallaríið ein lítil listarlid perla í Havn. Komandi tíðina fara skiftandi framsýningar at prýða veggirnar á gallarínum. Tað eru hjúnini Bogi og Jóhanna Andreasen, ið eiga og reka gallaríið

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder