Mentan

Kvinnuhúsið fær ágóðan

Lions Club skipar aftur fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku í ár

2023-07-20 11:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club verður í Müllers Pakkhúsi frá hósdegnum 27. juli til sunnudagin 30. juli. Sum vant eru tað bæði leik og lærd listafólk, ið sýna fram.

Sum við øllum øðrum tiltøkum hjá Lions, fer ágóðum frá ólavsøkuframsýningini til eitt vælgerandi endamál. Í ár hevur Lions Club Tórshavn gjørt av, at pengarnir skulu fara til Kvinnuhúsið.

Kvinnuhúsið hevur skjótt 33 ár á baki, og hevur øll hesi árini varpa ljós á harðskap og órætt ímóti kvinnum, og at veita harðskapsraktum kvinnum innivist.

Í 1980-unum gjørdist meira vanligt at umrøða harðskap ímóti kvinnum, og tann 1. oktober í 1990 byrjaði Kvinnuhúsið sítt virksemi í KFUM, har tað framvegis húsast. Tað hevur síðani verið bæði kvinnum, børnum og familjum til holla hjálp og stórt gagn.

Trý listaverk í part

Framsýningin á ólavsøku gevur inntøkur frá bæði atgongumerkjasølu og sølu av listaverkum, og Lions Club Tórshavn vónar sjálvandi, at fólk eru eins dúglig at vitja í Müllers Pakkhúsi og tey plaga.

Enn ber til hjá áhugaðum framsýnarum at melda síni listaverk, tí freistin er ikki úti fyrr enn fríggjadagin. Sum undanfarin ár ber til hjá hvørjum listafólki at hava upp til trý listaverk við.

Framsýningin letur upp hósdagin 27. juli og er opin til og við sunnudagin 30. juli. Hósdagin er opið klokkan 16 til 20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14 til 20, og sunnudagin er opið klokkan 16 til 20.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder