- Fyrr í tíðini var tað nærum ógjørligt at gerast viðurkend sum kvinnuligt tónaskald. Kvinnulig tónaskøld vóru undirmett og høvdu ikki somu møguleikar sum mannligir tónasmiðir. Hetta er við at broytast, og vit vilja vera við til hesa broyting. Í verkætlanini “Insight” fáa kvinnulig tónaskøld eina rødd.
Soleiðis sigur íslendski bólkurin Aulos Flute Ensemble, sum hevur konsert í Norðurlandahúsinum 28. september kl. 19.30.
Tey framføra nýggj norðurlendsk verk hjá kvinnuligum tónaskøldum, m.a. eitt verk eftir føroysku Unn Paturson. Verkið hjá Unn verður framført saman við øðrum verkum skrivað til “floytufamiljuna” heilt frá pikkolo- til kontrabasfloytu.
Tveir dagar áðrenn konsertina, tað er 26. september kl. 14, bjóðar Aulos Flute Ensemble til fyrilestur og kjak um kvinnulig tónaskøld og teirra støðu gjøgnum tíðirnar.
Luttakararnir eru Birgit Djupedal (NO), Ragnheiður Erla Björnsdóttir (IS), Unn Paturson (FO), Petrea Óskarsdóttir (IS) og Ásbjörg Jónsdóttir (IS).
Konsert og fyrilestur er ókeypis, men tilmelding er neyðug á nlh.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald