Innanlands

Kvinnuliga arbeiðsmegin mest ávirkað av koronastøðuni

Spyr.fo: 18 prosent av kvinnunum siga seg ikki fáa loyst arbeiðsuppgávur sínar til fulnar í hesum tíðum – ikki trupulleiki hjá monnunum

Tilvildarlig mynd (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tilvildarlig mynd (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-04-09 14:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað sær út til, at korona-undantaksstøðan við børnunum heima og heimaarbeiði í størri mun gongur út yvir effektivitetin hjá føroysku arbeiðsmegini.

Í kanningini, sum Spyr.fo fyrst í hesi vikuni gjørdi fyri Portalin, varð spurt til, hvussu fólk mettu um sína arbeiðsstøðu, serliga viðvíkjandi effektiviteti nú í mun til áðrenn koronasmittan setti sín serliga dám á gerandisdagin.

Flest fólk siga, at tað ongan mun hevur gjørt. 29 prosent av kvinnunum og 38 prosent av monnunum siga, at effektiviteturin er tann sami sum áðrenn.

Tey spurdu vórðu biðin um at seta prosent á effektivitetin í mun til tíðina áðrenn korona. Og tølini vísa, at korona ávirkar teirra effektivitet í arbeiðinum, men tó ikki í so stóran mun.

Tó er ein markantur munur millum menn og kvinnur, sum siga, at korona-tiltøkini hava heilt stóra ávirkan á teirra arbeiði.

Heili 11,9 prosent av kvinnunum – tað er næstan áttanda hvør – meta, at teirra effektivitetur í hesum tíðum liggur á 10 prosent ella minni í mun til áðrenn korona. Bert trý prosent av monnunum hava eina líknandi meting.

Talið gerst enn meira markant, tá hugt verður eftir teimum, sum hava børn heima. Yvir 18 prosent av mammunum – tað er næstan fimta hvør – siga at teirra effektivitetur er millum lítil og ongin nú í mun til áðrenn korona. Hjá pápunum vóru tað gott fimm prosent, sum hava hesa meting.

Tølini eru at síggja á grafikkinum herundir.

Kanningin vísir eisini, at tað eru nógv fleiri menn enn kvinnur av teimum spurdu, sum ”arbeiða úti sum vant” í løtuni. 40 prosent av monnunum og 26 prosent av kvinnunum.

25 prosent av bæði monnum og kvinnum arbeiða heima í løtuni. Heili 26 prosent av kvinnunum svaraðu ”annað” upp á spurningin um arbeiðsstøðuna, uttan tað tó er nærri greinað hvat tað merkir.

500 fólk vórðu spurd í kanningini, sum fyritøkan Spyr.fo gjørdi mánadagin. Óvissan í hesi kanningini liggur millum 1,2 og 3,0 prosentstig. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder