Uttanlands

Kvinnur mótmæla í Afghanistan

Í gjár vóru samanbrestir millum fólk hjá Taliban og kvinnur í Kabul, sum kravdu, at kvinnur verða umboðaðar í komandi stjórnini í Afghanistan

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-05 15:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein lítil bólkur av kvinnum fóru í gjár út á gøturnar í Afghanistan at mótmæla fyri at varpa ljós á javnrættindi og fyri at krevja, at pláss verður gjørt fyri kvinnum í nýggja stýrinum í Afghanistan.

Seinastu vikuna hevur verið skipað fyri í minsta lagi trimum smærri mótmælistiltøkum í Afghanistan, m.a. í høvuðsstaðnum Kabul í gjár.

Upptøkur hjá afghanska miðlinum Tolo vísir ein samanbrest millum kvinnurnar og vaktir hjá Taliban. Eisini hoyrist ein maður við einari megafon, sum sigur, at hann fer at geva boð teirra víðari til tey eldru.

Sambært CNN tykist maðurin at vera róligur, men seinni á upptøkunum hoyrir mann kvinnur skríggja, og eina kvinnu spyrja: "hví sláa tit okkum?"

Sum skilst endaði tað við harðskapi, tá fólk hjá Taliban forðaðu kvinnurnar í at ganga víðari til forsetaborgina. Eitt nú sigst táragass at verða brúkt ímóti teimum, og vórðu kvinnurnar slignar, skrivar Ritzau.

Taliban, sum tók valdið í Afghanistan fyri trimum vikum síðani, er framvegis í gongd við at samráðast um at skipa nýggja stjórn, men tey hava longu gjørt greitt, at pláss helst ikki verður fyri kvinnum.

Eitt talsfólk hjá Taliban í Katar segði herfyri, tá BBC spurdi, um kvinnur fóru at vera umboðaðar í komandi stjórnini, at "tað sleppa tær helst ikki".


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder