Uppskotið hjá Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi um at broyta starvsheitini millum annað í løgtinginum, so kvinnur í tinginum kunnu kallast løgtingskvinnur, hevur verið til aðru viðgerð seinnapartin. Málið fall við 13 ímóti og 11 fyri.
Orðaskiftið var til tíðir hvast, og hetta var serliga millum ungu og eldru poltikkararnar.
Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn og uppskotssetararnir Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir hildu ikki at nóg góðar grundgevingar vóru ímóti uppskotinum.
- Mann missir mótið. Man fær ungar framfýsnar kvinnur, sum vita hvat tær vilja og ætla og um hvussu samfelagið skal síggja út. Tær koma inn her við einum lógaruppskoti, sum er rættiliga ambitiøst. Hvat sigur man? Tit eru so ungar, tit vita ikki ordiliga hvussu samfelagið hongur saman. Tað er ikki soleiðis man ger hesi tingini, segði Bjarni Kárason Petersen millum annað.
- Um tað var gjørt uppá ein annan máta, um tað varð gjørt rætt. Halda tit tað hevði verið undirtøka fyri heusm málinum í samgonguni, spurdi Bjarni Kárason Petersen.
Tað er eingin ivi í mínari sál, at tað hevði tað ikki verið. So eg haldi at man skal halda uppat við hesum undanførslunum, segði Bjarni Kárason Petersen.
Jógvan á Lakjuni, tingformaður, fann seg ikki í at hesum, og heitti á Bjarna Kárason Petersen um at stinga fingurin niður í jørðina.
- Eg kenni ikki hendan mannin aftur frá nevndararbeiðnum, sum nú stendur her og hølvar okkum av. Eg havi størstu virðing fyri teimum ungu, sum eru komin á ting. Tá man er ungur og nýggjur á tingi heldur man kanska, at tað er skjótt at fáa nakað ígjøgnum. Soleiðis er tað bara ikki. Tað er veruleikin, segði løgtingsformaðurin.
- Og eg finni meg ikki í at vera umtalaður uppá hendna mátan. Og eg finni meg heldur ikki í at tað verður sagt at undanførslur eru í álitinum. Har eru ongar undanførslur.
- Tað ger einki tá man er ungur, at man eisini lærir seg at stinga fingurin eitt lítið sindur í jørðina, helt Jógvan á Lakjuni fyri.
Sum nevnt fall málið við 13 ímóti og 11 fyri, so tað verður ikki í fyrsta umfari, at kvinnur á tingi formelt kunnu kallast løgtingskvinnur, hóast hetta verður gjørt í dagligari talu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald