Seinnapartin í gjár varð boðað frá einum søguligum valúrsliti í Íslandi, av tí at meginparturin av tinglimunum, sum vórðu valdir inn í Altingið, vóru kvinnur.
Tá varð boðað frá, at kvinnur høvdu fingið 33 av teimum 63 sessunum í tinginum, og tað var fyrstu ferð, at kvinnur høvdu fingið meirilutan í einum evropeiskum tjóðartingi.
Men eftir fínteljingina, er kortini greitt, at kvinnurnar ikki fingu meirilutan av tingsessunum. Sambært íslendska kringvarpinum RÚV fara kvinnurnar frá at hava 33 av sessunum til 30. Hetta merkir, at Altingið nú hevur 47,6 prosent kvinnur.
Fínteljingin ávirkar tó ikki býtið av umboðum hjá ymsu flokkunum, men hon hevur tó við sær, at nøkur valevni verða skift út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald