Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel og harvið týðandi venjingar.
- Umframt vanliga venjing verður mental- og styrkivenjing á skrá og hartil onkur skúlavitjan, skrivar Hondbóltssamband Føroya.
Liðið hevur fyrstu venjingina saman mánakvøldið og endar leygardagin við einum venjingardysti.
23 spælarar savnast. Harav eru 13, sum til dagliga spæla uttanfyri landoddarnar. Fýra teirra eru aftur í A-landsliðhøpi fyri fyrstu ferð í eina tíð - allar spæla í næstbestu donsku deildini:
Talan er um Mariti Mortensen, Mariannu Geirsdóttir Eystberg og Zachariassen-tvíburðarnir. Lív og Vár hava báðar havt langtíðarskaða,
Til samlingina eru hesir leikarar úttiknir:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ISL)
Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Lukka Arge, H71
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Marianna Geirsdóttir Eystberg, BK Ydun (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København, (DEN)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København, (DEN)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald